Fríggjadagin var lítil hátíðarløta í býráðshúsinum í Norðragøtu, tá ið málningur av fyrrverandi borgarstjóranum í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, var avdúkaður.
Tað var núverandi borgarstjóri, Per Martin Gregersen, saman við fyrrverandi borgarstjóranum, sum avdúkaðu málningin, ið nú er komin upp at hanga í býráðssalinum, skrivar Eysturkommuna.
(Mynd: Eysturkommuna)
Málningin hevur listamaðurin Livar Nysted málað.
Jóhan Christiansen var fyrsti borgarstjóri í nýggju samanløgdu kommununi, eftir at Gøtu kommuna og Leirvíkar kommuna vórðu lagdar saman tann 1. januar 2009, og blivu til Eysturkommunu. Hann var borgarstjóri í 12 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald