16. apríl 2020 verður hennara hátign Margreta II drotning 80 ár. Sjálvan føðingardagin gevur Posta út eitt smáark av drotningini.
Myndevnið er almenna gávan frá Føroya Løgtingi í sambandi við at drotningin í 2012 hevði verið drotning í 40 ár.
Gávan var ein málningur av drotningini, sum Edward Fuglø hevur málað. Smáarkið er prentað í offset við gullfoliu.
Brot úr teksti hjá Niels Ohrt um málningin hjá Edward Fuglø:
“Heitið á málninginum er “Fuglar og so villini djór tey vóru henni kunn”
Tað líkist einum ævintýri, eini gamlari søgn. Í vissan mun er tað eisini eitt ævintýr, ið greitt verður frá í málninginum hjá Edward Fuglø.
Eins og stevnismynd stígur drotningin fram úr føroysku náttúruni fylgd av nógvum djórum, einamest fuglum. Okkum kemur til hugs ævintýrini, har djórini hjálpa hetjuni í søguni. Tað er eisini galdandi her, sum skilst av heitinum, listamaðurin hevur givið myndini.
Heitið er eitt brot – tó eitt sindur broytt - úr fyrsta parti av Sjúrðarkvæðunum nevniliga úr Regin Smiði, “Fuglar og so villini djór, tey vóru henni kunn”. Í roynd og veru er tað kappin Sjúrður, ið knappliga skilir tað, sum djórini siga, aftaná at hann hevur dripið Frænarormin og leskað sær av blóði hansara. Við broytingini frá “honum” til “henni” í myndaheitinum er tað drotningin, ið her skilir djórini.
Fuglarnir – tjaldur, skarvur, skúgvur, álka, havhestur, æðublikur, likka, teisti, lundi, terna, súla, lomvia, kráka, ravnur, stari og spógvi - eru føroyskir fuglar. Eisini er ein veðrur og ein hara, tey einastu fýrbeintu dýrini í føroysku natúruni. Saman við fuglunum telja tey átjan, ið er talið av oyggjum í Føroyum.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald