Innanlands

Málpolitikkur fyri Fróðskaparsetrið settur í verk

Í málpolitikkinum eru bæði yvirskipaðar ásetingar og ítøkiligar orðingar um íverksetan, men meginreglan er, at skrivaða og talaða málið á Fróðskaparsetrinum er føroyskt, bæði í undirvísing, gransking og fyrisiting

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-05-01 14:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fróðskaparsetur Føroya hevur sum Føroya einasta universitet eina serliga ábyrgd – ið er størri enn ábyrgdin hjá universitetum í flest øllum øðrum londum – og tað er at varðveita og menna føroyska málið.

Soleiðis stendur at lesa í innganginum til nýggja málpolitikkin hjá Setrinum, sum hevur til endamáls at tryggja dygdargóða málnýtslu á Fróðskaparsetrinum, og serliga at tryggja, at føroyskt verður brúkt og ment í undirvísing og gransking.

Í málpolitikkinum eru bæði yvirskipaðar ásetingar og ítøkiligar orðingar um íverksetan, men meginreglan er, at skrivaða og talaða málið á Fróðskaparsetrinum er føroyskt, bæði í undirvísing, gransking og fyrisiting, skrivar Setrið á heimasíðuna.

Í málpolitikkinum er áseting um eina innanseturs málnevnd við umboðum frá hvørjari deild, úr fyrisitingini og fyri lesandi. Nevndin skal geva leiðslu og øðrum starvsfólki á Setrinum ráð, koma við uppskotum, fylgja við og eftirmeta málpolitikkin.

Málpolitikkkurin kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder