Innanlands

Málpolitikkur gjørdur fyri Kringvarpið

Endamálið við politikkinum er at tryggja dygdargott mál á øllum miðlapallum og at økja um málsliga tilvitið hjá starvsfólkum. Tað er ein arbeiðsbólkur, ið varð samansettur í fjør, sum hevur orðað málpolitikkin

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2022-05-10 18:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í heyst fór Kringvarp Føroya undir at orða ein málpolitikk fyri stovnin, soleiðis at stovnurin lýkur síni lógarásettu, málsligu krøv. Sum einasti miðil av sínum slagi framleiðir Kringvarpið tilfar á føroyskum, og tí er málið eitt av størstu ábyrgdarøkjunum hjá stovninum, og eigur stovnurin at ganga á odda, bæði tá ið tað kemur til at varðveita og at endurnýggja málið.

Endamálið við málpolitikkinum er at tryggja dygdargott mál á øllum miðlapallum, at javnseta málið við onnur fak í Kringvarpinum og at økja um málsliga tilvitið hjá starvsfólkunum.
 
Arbeiðsbólkur gjørt politikkin
Í oktober 2021 varð ein arbeiðsbólkur settur at snikka saman málpolitikk fyri stovnin. Í arbeiðsbólkinum vóru Óluva Klettskarð, umboð fyri Føroyamál, Sólva Jónsdóttir, umboð fyri Nám, Ragnar Sigrunarson, umboð fyri Málstovuna, Jón Brian Hvidtfeldt, umboð fyri Felagið Føroysk Miðlafólk, og Solby Christiansdóttir, umboð fyri Kringvarpið.

Arbeiðsbólkurin hittist umleið eina ferð um mánaðin og skrivaði politikkin í felag. Síðani var politikkurin sendur starvsfólkunum í Kringvarpinum til hoyringar og at enda lagdur fyri kringvarpsstýrið í mai í ár.
 
Grundskjal
Málpolitikkurin er skipaður við yvirskipaðum reglum fyri tilfar á øllum miðlapallum hjá KVF, reglum um tekst, teksting og týðing, og síðani eru leiðreglur og tilmæli.

Málpolitikkurin er ætlaður sum grundskjal, og tí skulu serskild undirskjøl gerast fyri at útgreina, hvussu málpolitikkurin skal fremjast í verki. Hetta arbeiðið verður gjørt innanhýsis á stovninum.

Kringvarp Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder