2020-09-27 12:33
Málráðið hevur nú avgjørt, at tað skal bera til at varðveita dupult hjáljóð í faðirsnøvnum.
Vanliga fellur dupult hjáljóð burtur framman fyri eitt triðja hjáljóð í hvørsfalsendingum, men 10. september varð avgerð tikin um, at hetta ikki noyðist at fara fram, tá talan er um faðirsvnøvn.
Sum eitt dømi kann sonur ella dóttir mann, ið eitur Oddur ella Páll, sum vilja hava eftirnavn eftir pápanum, nú sleppa at velja, um tað skal vera Odsson ella Oddsson og Pálsdóttir ella Pállsdóttir, boðar Málráðið frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald