Máltøknidepilin hevur nú fingið egna heimasíðu. Depilin er undir Fróðskaparsetrinum, og heimasíðan hevur fingið addressuna mtd.setur.fo.
Endamálið við nýggju heimasíðuni er at lætta um atgongdina til máltøkniligt tilfeingi og økja almennu vitanina um máltøkni. Heimasíðan skal eisini gera arbeiðið á Máltøknideplinum sjónligt.
Eitt av aðalendamálunum hjá Máltøknideplinum á Fróðskaparsetri Føroya og við øllum virkseminum, sum har fer fram, er at skapa eitt undirstøðukervi til gransking og menning í máltøkni.
- Partur av hesum arbeiðinum er at deila og vísa á viðkomandi tilfeingi og amboð. Sumt er viðkomandi hjá øllum føroyskum máláhugaðum, og sumt er meiri ætlað máltøknimennarum. Yvirlitið á heimasíðuni savnar alt tilfeingið á einum staði.
Tað var í fjør, at Fróðskaparsetrið fekk játtan til at seta á stovn ein máltøknidepil á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Máltøknidepilin er ein granskingardepil, men stovnar, fyritøkur ella onnur áhugað kunnu seta seg í samband við Máltøknidepilin, um tey hava fyrispurningar ella hava tørv á leiðbeining.
Í løtuni eru fleiri verkætlanir á Máltøknideplinum, m.a. ein tekstinnsavningarverkætlan, nevnd “Miklamálgrunnurin”, ein ph.d.-verkætlan um føroyskan máltøkniligan metingarkarm, kanningar í menningarmøguleikum fyri føroyska teldutýðing umframt at arbeitt verður við smærri uppgávum og máltøkniligum loysnum. Fleiri upplýsingar eru at finna á heimasíðuni.
Trý fólk eru knýtt at Máltøknideplinum. Iben Nyholm Debess er vísindaligt starvsfólk í máltøkni og dagligur samskipari, og harumframt eru tvey verkætlansett starvsfólk. Á heimasíðuni sæst, hvørji starvast á deplinum, og hvørji eru knýtt at deplinum á ymsan hátt.
Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini, og Iben Nyholm Debess, granskari í máltøkni og samskipari, fegnast um stóru møguleikarnar í føroyskari máltøkni, og at tað hevur gingið so væl og skjótt at skipa Máltøknidepilin.
Til ber nú at vitja Máltøknudepilin her
Fróðskaparsetur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald