Uttanlands

Mamman fann gentuna í Hjallerup

17 ára gamal drongur verður framstillaður í grundlógarhoyri seinnapartin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-03-12 10:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var mamman hjá 13 ára gomlu gentuni, ið doyði í Hjallerup í gjárkvøldið, sum fann dóttir sína og ringdi eftir løgregluni.

Tað upplýsir løgreglan í Norðurjútlandi í dag, uttan tó at koma nærri inn á, hvat hendi og hví gentan varð dripin.

Les eisini: Sorgarleikur í Norðurjútlandi

13 ára gamla gentan var funnin illa særd nærhendis hitaverkið í býnum Hjallerup. Hon doyði seinni av løstunum. Ein 17 ára gamal drongur er handtikin í málinum og verður framstillaður fyri dómara í grundlógarhoyri seinnapartin, skuldsettur fyri dráp.

Upprunaliga handtók løgreglan eisini eina aðra 13 ára gamla gentu, men hon er seinni leyslatin, tá einki bendir á, at hon hevur samband við drápið, skrivar Ritzau.

Løgreglan fekk boðini um hendingina klokkan 22.12 lokala tíð í gjárkvøldið. Og nú framgongur, at tað var mamman hjá gentuni, sum ringdi beint eftir at hon hevði funnið dóttur sína.

[object Object]
Stórur partur av Hjallerup er sperraður av í dag (Mynd: EPA) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder