Ein miðalhiti á 17,01 ljóðar ikki av so nógvum ein góðan summardag. Men tá talan er um heimsumfatandi miðalhitan, galdandi fyri alt samdøgrið, so er talan um methita.
Mánadagin 3. juli gjørdist heitasti dagurin, sum nakrantíð er máldur á jørðini, skrivar dr.dk frá Reuters. Tað er amerikanski veðurstovnurin U.S. National Centers for Environmental Prediction, sum hevur staðfest hitametið. Mánadagin var miðalhitin 17,01 stig, og tað er meira enn metið higartil frá august 2016 uppá 16,92 hitastig.
Serliga í USA, Kina, Norðurafrika og Antarktis uppliva tey óvanliga høgan hita í løtuni.
- Hetta er ikki ein hending, vit skulu at hátíðarhalda. Hetta er ein deyðsdómur fyri fólk og vistskipanir, sigur veðurfrøðingurin Friederike Otto á Imperial College í London við Reuters.
Hitaøkingin ger, at vit oftari uppliva ógvusligar hendingar í veðrinum, eitt nú skerping, hitabylgjur og vatnflóðir.
Tað er veðurfyribrigdið El Niño, sum ávirkar veðrið í ár. El Niño er eitt umfatandi fyribrigdi yvir Kyrrahavinum, ið ávirkar atmosferuna og hitalagið yvir tað mesta av jørðini.
Og mett verður, at fleiri met verða sligin í ár.
- Eg vænti, at vit koma at uppliva heitasta árið nakrantíð innan fyri nærmastu framtíð, sigur Eigil Kaas, veðurfrøðingur hjá DMI og professari á Niels Bohr Instituttinum á Keypmannahavnar universiteti við Danmarks Radio.
- Kanska hendir tað ikki fyrr enn í 2024, men fyri eitt 12 mánaða skeið eru stór sannlíkindi fyri, at galdandi hitamet verða tikin, sigur hann.
Professarin roknar við, at longu næsta ár verður hitin meira enn 1,5 stig oman fyri hitan undan ídnaðarkollveltingina, ið er málið, sum helst skuldi haldast, sambært Paris-veðurlagsavtaluni.
Eigil Kaas væntar tó eisini, at alheims miðalhitin fellur aftur, tá El Niño er av á hesum sinni. Tí er enn møguleiki fyri at kunna halda Paris-aftaluna, sigur hann.
El Niño
El Niño er eitt veðurfyribrigdi, sum kemur fyri við nøkrum árum ímillum, og sum hendir á sunnaru jarðarhálvu tvørtur um Kyrrahav. El Niño verður staðfest, tá hitin á havskorpuni gerst heitari enn vanligt. Tað broytir mongdirnar av regni og gevur hægri hita í Suður- og Miðamerika, meðan tað er turkur hinu megin Kyrrahav, vanliga í Landsynningsasia, Avstralia og pørtum av Afrika.
Veðurfyribrigdið er up á tað hægsta um jóltíðir, og tí kallaðu fiskimenn í Suðuramerika hendingina fyri El Niño, sum merkur “dreingjabarnið” á sponskum, og sipar til Jesusbarnið. Øvugta fyribrigdið, tá partar av Kyrrahavinum gerast kaldari, hevur síðan fingið navnið El Niña, “gentubarnið”.
Kelda: dr.dk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald