Innanlands

Mánadagurin setur vanliga met - tað gjørdi hann aftur í gjár

1265 koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-08 17:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mánadag eftir mánadag hava vit sett met í nýggjum smittutilburðum seinastu vikurnar. Tað vísir seg, at ikki so nógv lata seg kanna um vikuskiftini, men kanna seg heldur mánadag tá so ein øgilig rúgva verður staðfest positiv.

Soleiðis var eisini í gjár. 1265 tilburðir vórðu staðfestir í teimum 2226 PCR-kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár. Hetta er tað mesta nakrantíð. Síðsta mánadag settu vit eisini met. Tá vóru 1125 tilburðir.

1123 fólk vóru staðfest frísk aftur í gjár, og samlaða talið á positivum í løtuni er tí ikki vaksið so nógv. Tað er nú 4878 fólk.

Seks fólk eru innløgd av koronu. Níggju aðrir sjúklingar hava fingið staðfest koronu, men eru innlagdir av aðrari orsøk.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder