Uttanlands

Mánalending verður av ongum

Tað eydnaðist ikki at fáa gongd á rúmdarfarið Peregrine í gjár – tí er ætlani um at lenda á mánanum slept

Útskjótingin av Kennedy Space Center í Florida í gjár gekk væl (Mynd: EPA)

Útskjótingin av Kennedy Space Center í Florida í gjár gekk væl (Mynd: EPA)

2024-01-09 08:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt ómannað kanningarfar, sum í gjár varð sent út í rúmdina, fer ikki at lenda á mánanum, sum ætlað.

Tað boðar privata felagið aftan fyri Peregrine-rúmdarfarið, Astrobotic Technology, frá, sambært CNN.

Eftir eina væleydnaða útskjóting, komu trupulleikarnir tá sólfangararnir skuldu vendast rætta vegin, so battaríini á rúmdarfarinum kundu løðast.

Trupulleikin varð loystur, men tað eru trupulleikar við framdráttarskipanini, og so mikið av brennievni er farið til spillis, at ætlanin um at lenda á mánanum nú er slept.

Nú er málið at fáa Peregrine so nær mánanum, sum gjørligt, áðrenn farið missir sina megi, skrivar CNN.

Rúmdarfarið skuldi ætlandi vera tað fyrsta farið úr USA til at lenda á mánanum síðan 1972.

Útsendingin var ein stillfør byrjan til eitt rúmdarár, ið er rættiliga umfatandi. Fleiri spennandi ætlanir eru úti í rúmdini í 2024. Eitt nú er ætlanin at senda eitt mannað far út til mánan, skrivar dr.dk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder