Uttanlands

Mánasjúkuvørur nú ókeypis í Skotlandi

Sambært lógini, sum varð samtykt í 2020 og kemur í gildi í dag, er krav, at bind og tampongir skulu vera tøk á almennum støðum hjá øllum, sum hava tørv á hesum vørum

(Mynd: Visualhunt)

(Mynd: Visualhunt)

2022-08-15 09:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Skotlandi eru bind og tampongir frá í dag ókeypis hjá teimum, ið hava tørv á teimum.

Tað var í 2020, at Skotland sum fyrsta landið í heiminum samtykti eina lóg, sum m.a. krevur, at skúlar og almenn støð skulu veita mánasjúkuvørur til øll, sum hava tørv á teimum.

Hetta var longu galdandi á skúlum, men við nýggju lógini verður hetta eisini galdandi fyri onnur almenn støð.

Endamálið við lógini er m.a. at gera ein enda á sonevndum "mánasjúkufátækradømi", har kvinnur og gentur ikki hava ráð at keypa neyðugu vørurnar, sum hjálpa teimum at halda reinførið í sambandi við mánasjúku.

Skotski fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon sigur, at tað var uppá tíðina, at ein slík lóg er komin í gildi.

– Errin av at hava atkvøtt fyri fyrstu slóðbrótandi lóggávuni, sum ger Skotland til fyrsta landið í heiminum at bjóða ókeypis reinførisvørur til øll, sum hava tørv á teimum, sigur hon í dagføring á Twitter sambært Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder