2022-10-12 12:11
Ein grind, sum er mett at vera um 300 hval, er á Glyvursnesi og verður nú rikin inn í Sandágerði.
Ein trupulleiki er tó, at tað mangla fólk á sandinum og fólk til mønustingara.
Hetta skrivar Tórshavnar kommuna nú á heimasíðu sínari og heitir við tí á fólk um at koma at hjálpa.
Stóra grindin varð fyrrapartin funnin í Heystfirði. Tað hevur tikið nakað av tí at rikið hana orsakað av millum annað streymi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald