Innanlands

Mangla læknar til sjey kommunulæknastørv

Og Heilsutrygd fekk onga umsókn til hesi størvini, ið vóru lýst leys. Hetta skrivar Kringvarpið í dag. Tað er serliga í Suðuroynni og á Skálafjørðinum, at trupulleikar eru at finna læknar

2022-11-04 17:25 Author image
Agnar Prestá

Heilsutrygd hevur framvegis eina avbjóðing við at finna læknar til ávís størv.

Fyri einari tíð síðani vóru sjey kommunulæknastørv lýst leys. Talan var um trý kommunulæknastørv í Suðuroyar læknadømi, tvey í Skálafjarðar læknadømi, eitt í Vestmanna læknadømi og eitt í Suðurstreymoyar læknadømi.

Kringvarpið skrivar, at freistin at søkja var á middegi mikudagin, og at Heilsutrygd onga umsókn fekk til hesi størvini.

- Í Føroyum eru 34 normerað kommunulæknastørv. 27 av teimum eru mannað. Eingin fastur kommunulækni røkir hini sjey størvini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald