Amerikanska sangkvinnan Taylor Swift hevur latið 194.000 krónur til ein tannáring, sum manglaði pengar til at gjalda fyri sína útbúgving.
18 ára gamla Vitoria Mario úr Portugal hevur seinastu fýra árini búð við familju sínari í eingilska høvuðsstaðnum London.
Vitoria varð sloppin inn á University of Warwick at lesa støddfrøði, men hevði ikki rætt til lestrarlán, av tí at hon bert hevði búð í landinum í fýra ár, og familja hennara megnaði ikki at hjálpa henni fíggjarliga. Hon stovnaði síðani eina innsavning á hópfíggingarportalinum GoFundMe fyri at fáa hjálp.
Ætlanin var at savna 40.000 pund, ið svarar til 332.000 í okkara krónum. Tá 17.000 pund vórðu komin inn, fann Taylor Swift innsavningina. Amerikanska sangkvinnan var í gávuhýri, og hon gjørdi av at lata restina av peninginum.
– Vitoria, eg sá søgu tína, og títt áræði og eldhugin til at stremba eftir tínum dreymum, gav mær íblástur. Tí vil eg fegin geva tær restina av upphæddini. Góða eydnu við øllum, skrivaði Taylor Swift.
Vitoria Mario sigur, sambært The Guardian, at hon ikki hevur havt meira samband við Taylor Swift, men hon er sera takksom fyri stuðulin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald