Uttanlands

Manhattan uttan streym í fleiri tímar

Fleiri enn 45.000 húsarhald og handlar mistu streymin í nátt

Fólk ganga á gøtuni í Manhattan undir streymslitinum (Mynd: EPA)

Fólk ganga á gøtuni í Manhattan undir streymslitinum (Mynd: EPA)

2019-07-14 10:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt føroyska tíð varð Manhattan í New York rakt av einum umfatandi streymsliti. Fleiri enn 45.000 húsarhald og handlar mistu streymin.

Streymurin fór í gjárkvøldið og kom aftur tíðliga í morgun.

Streymslitið rakti m.a. Upper West Side og Rockefeller Center.

Orsøkin til streymslitið var, at eldur kom í ein transformator. Eldurin kyknaði, sambært sløkkiliðnum í New York, á West 64th Street og West End Avenue.

Meginparturin av sjónleikarhúsunum á Broadway vórðu stongd orsakað av hendingini, og tað sama varð galdandi fyri fleiri undirgrundarbreytum.

Lokala sløkkiliðið fekk undir streymslitinum fleiri fráboðanir frá fólki, sum vórðu føst í lyftum og tørvaðu hjálp.

Sambært Guvernørinum, Andrew Cuomo, er eingin komin til skaða orsakað av streymslitinum.

- Tíbetur kom eingin til skaða orsakað av hendingini, men tað, at slíkt yvirhøvur kann henda, kann ikki góðtakast, sigur hann, sambært DR.

Streymslitið leygardagin kom akkurát á ársdegnum fyri einum øðrum umfatandi streymsliti í 1977, har meginparturin av New York var uttan streym.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder