Aftur í ár verður væl vitjaða manslegan hildin í Nesvík. Í ár er legan frá 15. til 17. september.
Nú verður seinasta hond løgd á fyrireikingarnar.
- Fyrireikingarnar til leguna hava gingið væl. Í ár fáa vit vitjan av danska prestinum, Morten Ruager Kristensen. Hann fer at tosa út frá yvirskriftini «Guð, ert tú har?». Hetta er eitt øgiliga spennandi evni, sum vit gleða okkum nógv til, siga fyriskipararnir.
Umframt andaligu føðina, so verður eisini nógv gjørt burturúr sosiala partinum.
- Sjálvandi hevur sosiali parturin nógv at siga, tá skipað verður fyri einari legu. Hitapottar verða sjálvandi alla leguna. Harafturat fáa vit gott undirhald frá Hilmari Jan Hansen. Og sum nakað nýtt, so verður eitt FIFA øki gjørt, har menn kunnu stytta sær stundir við nøkrum góðum FIFA dystum, siga fyrireikarnir og leggja afturat, at sum vanligt, so verður nógvur góður matur sjálvandi at fáa.
Seinastu árini hava verið umleið 200 menn á legu á hvørjum ári, og longu nú eru nógvir, ið hava meldað til.
- Tað er verulig ferð komin á tilmeldingarnar, men tað er framvegis fleiri pláss. Og vit ynskja sjálvandi at bjóða øllum monnum vælkomnum til Nesvíkar. Hetta er ein upplagdur møguleiki hjá monnum at njóta eitt vikuskifti við undirvísing, hugna og góðum mati.
Um tema’ið á leguni verður sagt:
Guðs tíð er altíð! Soleiðis hevur verið tikið til, men synd at siga, at tað altíð kennist soleiðis.
Mangt og mikið er tað, ið kann leggja okkum fótonglar á okkara lívsleið. Og familjulívið, yrkið, væntanir, ja, sjálvt trúgvin kann kennast sum tung byrða at bera.
Spurningurin treingir seg á: Er Gud har? Um, ja, hví grípur hann ikki inn?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald