
Í gjáramorgunin byrjaðu samráðingar millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og manningarfeløgini um nýggjar sáttmálar, sum skulu gerast fyri handilsskip, frálandalandavinnuskip (" stór og smá") og ferðamannaskip.
Manningarfeløgini eru Føroya Skipara-& Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Fiskimannafelag. Tað seinast nevvda fer at samráðast fyri seg sjálvt, av tí at Føroya Fiskimannafelag ikki hevur felagskrøv, eins og Føroya Skipara-& Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið, sum samráðast saman, hava. Fyri tveimum árum síðani samráddust øll manningarfeløgini saman.
Í gjár snúði tað seg um, at gjøgnumganga ynskini hjá hvørjum øðrum og at áseta komandi fundir. Fýra samráðingarfundir vórðu ásettir, skrivar Skipara-& Navigatørfelagið á heimasíðu sínari, og sambært Masinmeistarafelagnum verða samráðingarnar tiknar upp aftur mánadagin.
Verandi sáttmálar millum partarnar ganga út 1. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald