Uttanlands

Manningin á MV Hondius sloppin úr sóttarhaldi

Heimsheilsustovnurin upplýsti herfyri, at eingin nýggjur tilburður av hantavirus varð staðfestur í yvir tríggjar vikur, og at eingin er deyður í hesum sambandi síðan 2. mai

Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóri hjá Heimsheilsustovninum, WHO sigur, at eingin nýggjur tilburður av hantavirus er staðfestur í yvir tríggjar vikur, og at einki andlátt er staðfest í hesum sambandi síðan 2. mai (Mynd: Badru Katumba/AFP/Ritzau Scanpix)

Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóri hjá Heimsheilsustovninum, WHO sigur, at eingin nýggjur tilburður av hantavirus er staðfestur í yvir tríggjar vikur, og at einki andlátt er staðfest í hesum sambandi síðan 2. mai (Mynd: Badru Katumba/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-21 12:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Øll manningin frá ferðafólkaskipinum MV "Hondius", sum seinastu vikurnar hava sitið í sóttarhaldi í Niðurlondum, eru nú sloppin úr aftur sóttarhaldinum, boðar felagið Oceanwide Expeditions frá.

Manningin, sum fór í sóttarhald miðskeiðis í mai, slapp úr sóttarhaldi 18. juni, og eru tey øll farin aftur til síni heimlond.

Ongar fráboðanir eru komnar um heilsutrupulleikar ella fleiri tilburðir av hantavirus millum hesi fólkini. Úrslitið av kanningini, sum varð framd fyrst í hesu viku, er negativt, boðar Oceanwide Expeditions frá. Felagið takkar eisini manningina.

Eingin nýggjur tilburður í yvir tríggjar vikur
Hondius var ávegis úr Argentina til Kap Verde í apríl, tá hantavirus varð staðfest umborð. Trý ferðafólk - eitt niðurlendskt par og ein týskur ríkisborgari - eru deyðir av virusinum.

Upprunaliga vóru umleið 150 ferðafólk úr 23 ymiskum londum umborð. Eftir at hava verið í Kap Verde kom skipið til Kanariuoyggjarnar 10. mai, har fleiri enn 120 fólk vórðu flutt av skipinum og aftur til annaðhvørt Niðurlond ella teirra heimlond.

Heimsheilsustovnurin, WHO mældi til, at ferðafólkini verða koyrd í sóttarhald í 42 dagar, men londini hava sjálvi avgjørt, hvussu borgarar teirra skuldu handfarast.

Hósdagin boðaði Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóri hjá WHO frá, at nærum øll ferðafólk og manning frá skipinum, sum hevði verið í sóttarhaldi í Niðurlondum, kundu fara heim.

Tilsamans vórðu 13 tilburðir av hantavirus staðfestir, harímillum trý andlát. Eingir nýggir tilburðir eru fráboðaðir í yvir tríggjar vikur, og einki andlát er staðfest í sambandi við hetta útbrotið av hantavirus, síðan 2. mai.

Kann ikki samanberast við koronu
Hantavirus er eitt sjáldsamt virus, sum spjaðir seg gjøgnum rottur og mýs, og kann tað smitta fólk, sum koma í samband við skarn ella land hjá hesum djórum. Frábrigdið av hantavirus, sum varð staðfest umborð á Hondius, sonevnda Andes-frábrigdið, kann eisini smitta umvegis tæt samband millum fólk.

Vanligastu sjúkueyðkennini fyri hantavirus eru fepur, høvuðpína, pína í lendum, kvalmi og spýggja. Hjá børnum er sjúkan ofta mildari enn hjá vaksnum.

Heilsumyndugleikar bæði uttanlands og herheima hava undirstrikað, at vandin fyri almennu fólkaheilsuni er sera lítil, og eigur hantavirus ikki at verða samanborið við koronu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder