Norska løgreglan hevur í kvøld sent út tíðindaskriv um vanlukkuna við føroyska seksæringinum Naddodi, har ein kvinna síðst í tjúgunum úr Meksiko, lat lív.
Naddoddur er leysgivin, og eigararnir hava fingið boð um at taka sær av bátinum, sigur løgreglan.
Seksæringurin er sleipaður til Måloy, og er sum skilst fingin uppá turt.
Fimm av manningini sum taldi seks, vórðu bjargað upp í tyrlur og fingin til lands. Tey hava tað eftir umstøðunum gott. Livar Nysted úr Hvannasundi er millum tey sum vórðu bjargað. Hini fýra eru øll úr Sveis.
Naddoddur lá við bryggju í Måloy seinnapartin. At síggja til hevur seksæringurin ikki fingið so stóran skaða (Mynd: Norska løgreglan)
Manningin verður í kvøld avhoyrd, og sambært norsku løgregluni hava tey øll ætlanir um at fara av landinum eftir hetta.
Kvinnan síðst í tjúgunum varð funnin nakrar hundrað metrar frá Naddoddi, sum lá holvdur. Hetta var um 8 tíðina í morgun. Vaktar- og bjargingarskipið KV Bergen tók kvinnuna umborð og har varð staðfest, at hon var deyð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald