Mentan

Manskórið hevur jólakonsert sunnukvøldið

Í ár verður Gøtu kirkju ungdómskór við á konsertini í Vesturkirkjuni

2018-11-29 07:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eins og undanfarin ár skipar Tórshavnar Manskór aftur í ár fyri jólakonsert í Vesturkirkjuni. Hesaferð verður konsertin sunnukvøldið, og enn sum áður eru tað Bjarni Restorff og Kári Bæk, sum stjórna manskórinum.

Seinastu mongu árini hevur tað verið fastur siður hjá manskórinum at halda jólakonsertina saman við einum øðrum kóri, og árið í ár er einki undantak í so máta. Hesaferð verður konsertin hildin saman við Gøtu kirkju ungdómskóri, sum Símun Hammer stjórnar.

Tað eru sjey ár síðan Símun Hammer stovnaði Gøtu kirkju ungdómskór. Hann er organistur í kirkjuni og helt, at har manglaði okkurt. Eystankórið er longu í økinum og fyri ikki at kappast við tað kórið, valdi hann heldur at stovna eitt ungdómskór. Okkurt bendir á, at hann hevði rætt í, at okkurt manglaði, tí undirtøkan fyri kórinum var góð; ikki bara í Gøtu, men í allari oynni. Í løtuni eru 29 sangarar í kórinum, og koma tey úr allari Eysturoynni.

Gøtu kirkju ungdómskór hevur umleið 20 framførslur um árið, og hesi sjey árini árini síðan stovnanina, hevur kórið verið uttanlands og sungið fýra ferðir. Í Italia, Eysturíki, Letlandi og í Svøríki. Kórið syngur nógvan nýggjan tónleik; meginparturin er skrivaður seinastu 20 árini. Á konsertini sunnukvøldið, fer Gøtu kirkju ungdómskór at syngja nýggjari jólasangir, men eisini aðrar traditionellar enskar jólasangir.

Tórshavnar Manskór, sum var stovnað í 1986 av Bjarna Restorff og Kára av Reyni, er eitt øgiliga virkið kór. Umframt tær føstu konsertirnar, sum kórið antin sjálvt skipar fyri ella er við í, er Tórshavnar Manskór umbiðið til nógv ymisk tiltøk. Tað inniber, at manskórið hevur ímillum 30 og 35 almennar framførslur um árið.

Manskórið hevur eina fjølbroytta skrá, sum fevnir um bæði føroyskar og útlendskar sangir, og tað fáa áhoyrarnir eisini at hoyra á jólakonsertini, tá kórið fer at syngja á bæði føroyskum, donskum, enskum og latíni.

Seinastu árini hevur Tórshavnar Manskór havt tveir kórleiðarar. Bjarna Restorff, sum hevur stjórnað kórinum síðan byrjan í 1986, og hevur seinastu árini stjórnað kórinum saman við Kára Bæk, sum eisini hevur drúgvar royndir sum kórleiðari. Teir báðir fara at stjórna meginpartin av skránni hjá manskórinum á jólakonsertini. Allar uttan ein, sum Jákup Dahl Wardum, ið annars syngur við kórinum, fer at stjórna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder