Mentan

Manskórið og Kamarkórið hava jólakonsert í Vesturkirkjuni

Sopranurin Daisy Johannesen Lolk verður solistur saman Manskórinum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2019-12-03 10:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrst í desember á hvørjum ári skipar Tórshavnar Manskór fyri stórari jólakonsert í Vesturkirkjuni í Havn. Soleiðis verður eisini í ár, og hesaferð verður konsertin sunnukvøldið 8. desember.

Manskórið hevur, undir leiðslu av kórleiðarunum báðum, Bjarna Restorff og Kára Bæk, vant eina fjølbroytta og áhugaverda skrá, og tað verður ta skránna, sum áhoyrararnir í Vesturkirkjuni sleppa at hoyra.

Konsertin í ár er eitt sindur øðrvísi enn undanfarin ár, tí hesaferð fer manskórið at syngja tveir sangir saman við Daisy Johannesen Lolk, solisti, sum syngur sopran. Daisy Johannesen Lolk er ættað úr Klaksvík, men býr í Keypmannahavn, har hon syngur við Sokkelund Sangkor.

Umframt hana vera møguliga eisini aðrir solistar við til konsertina. Og so verður tað Árni Hansen, sum fer at hava klaverfylgispælið.

Eisini verður eitt gestakór við á jólakonsertini í ár. Tað hevur verið siður seinastu nógvu árini at hava gestakór við til jólakonsertina, og árið í ár er einki undantak í so máta. Í ár er tað Tórshavnar Kamarkór, undir leiðslu av Bernhardi Wilkinson, sum fer at syngja jólini inn saman við Tórshavnar Manskóri.

Manskórið og Kamarkórið hava nokk so nógv til felags. Eitt er, at tey hava havt konsertir saman fyrr, seinast jólakonsertina í 2015, eitt annað er, at tey eru javngomul. Kamarkórið varð stovnað í 1985 og Manskórið í 1986. Harumframt hava báðir kórleiðararnir hjá Tórshavnar Manskóri stjórnað Kamarkórinum okkurt tíðarskeið.

Tórshavnar Kamarkór er eitt sera virkið kór, sum hevur minst tvær stórar konsertir um árið.

Skráin hjá kórinum spennir vítt, tí tey syngja alt frá krevjandi kórverkum til nýskrivaðan føroyskan kórtónleik, og tað sum liggur ímillum. Eisini er kórið javnan á kórstevnum og til mentanartiltøk uttanlands, og kórið hevur m.a. verið á vitjan í Uppsala, Slesvig, Gotlandi, Írlandi, París og New York.

Tórshavnar Manskór er eisini eitt sera virkið kór. Kórárið byrjar seinast í september og fram til summarfrítíðina í ár hevði kórið gott og væl 40 framførslur. Tvær stórar konsertir, eina í Vesturkirkjuni á jólum og eina í Norðurlandahúsinum í juni, sum í ár var saman við Studenter Sangforeningen úr Keypmannahavn. Afturat tí er hópin av øðrum framførslum við størri ella minni bólkum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder