Innanlands

Mansstevna á Zarepta um vikuskiftið

Undir heitinum: "Hin heilagi bardagin"

2019-09-16 07:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hvar verða vit menn freistaðir? Hvar eru vandarnir, og hvussu kann eg verja meg? Hvussu kann eg liva sigrandi? Havi eg tíð? Er HARRIN mentur at broyta mítt lív? Hesir eru nakrir av spurningunum, sum verða viðgjørdir á mansstevnuni, sum verður á Zarepta á Vatnsoyrum komandi vikuskifti.

Í ár verður mansstevnan í Zarepta vikuskiftið 20.-22. september. Stevnan byrjar fríggjakvøldið klokkan 19, og hon endar sunnudagin á middegi.

Fyriskipararnir boða frá, at dentur verður lagdur á gott og gevandi samfelag millum menn og góðan felagssang.

Høvið verður eisini at royna nýggju svimjihøllina.

Hesaferð er evnið “Hin heilagi bardagin”, og á skránni verður eitt nú:

Samrøða við Jógvan Páll Steinberg: Umvending, fráfall og endurnýggjan
Sigurð Ó. Vang: Skíggjar sum fanga – skynsom miðlanýtsla
John í Skemmuni: Týðandi avgerðir í andaliga lívi okkara
Sebastian Edelmann: Havi eg tíð?
Jákup N. Olsen: „HARRIN hevur givið Mær lærisveinatungu“

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder