Innanlands

MAP arkitektar: Ein heilt serlig kensla

- Eitt tjóðleikhús er ein mentanarbygningur við eini ávísari tyngd í samfelagnum. Tað er ein heiður at sleppa at skapa karmar um leiklistarliga virksemið. At hetta nú er eydnast okkum er ein ótrúliga góð kensla, sigur Rúni Abrahamsen

(Mynd: Map arkitektar)

(Mynd: Map arkitektar)

2022-09-10 20:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Frøin var stór í Müllers pakkhúsi í gjár, tá tað varð avdúkað at MAP Arkitektar vunnu 1. virðisløn um Tjóðleikhúsið á Bursatanga.

Um vinnarauppskotið segði dómsnevndin millum annað, at tað “lyftir seg upp um hini uppskotini á øllum týdningarmiklum parametrum í dómsviðgerðini. Uppskotssetararnir hava við einum djørvum, treystum og samstundis spølnum høvuðsbragdi víst sína ætlan, sum dómsnevndin heldur fer at passa væl inn í tann torgreidda býarliga og býarlandsliga samanhangin og eisini fer at trína fram sum føroya nýggi mentanardepil.”

Uppskotið hevur fingið íblástur frá føroyska dansinum. Hetta sæst aftur í skapinum og innrættingini av tjóðleikhúsinum. Eitt annað sermerki er sloyfan, sum er ein gøta, ið smýgur sær rundan um bygningin og palltornið. Hon rennur eftir Havnargøtu til skansan og ger soleiðis ein nýggjan, sjálvsagdan spákitúr í býnum. Harafturat letur hon havnarøkið upp við sambandi millum hav og sjónarring.

Ein heilt serlig kensla.

MAP arkitektar hava vunnið kappingar fyrr og hava millum annað teknað løgtingið. Tað er altíð ein góð kensla at vinna eina kapping, men hesuferð er kenslan ein heilt serlig, sigur Heidi Poulsen, sum eigur og rekur MAP Arkitektar saman við Rúna Abrahamsen.

- Eitt tjóðleikhús er ein mentanarbygningur við eini ávísari tyngd í samfelagnum. Tað er ein heiður at sleppa at skapa karmar um leiklistarliga virksemið. At hetta nú er eydnast okkum er ein ótrúliga góð kensla, og vit gleða okkum til tað framhaldandi arbeiðið.  

Rúni Abrahamsen var burturstaddur til sjálva handanina av virðislønini, men hann tekur undir við Heidi Poulsen, at tað er eitt stórt avrik av MAP Arkitektum.

- Vit halda, at tað er eitt bragd, at vit aftur vinna yvir stórum útlendskum virkjum, sum hava nógv fleiri ressoursur, enn vit hava, sigur hann.

- Vónin er nú, at løgtingið fer at seta neyðugu pengarnar av til framhaldandi arbeiðið, siga tey bæði Heidi og Rúni, sum stovnaðu MAP Arkitektar fyri skjótt 20 árum síðani.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder