Mentan

Myndir: MAP arkitektar skulu tekna tjóðleikhúsið

Umframt at vera leikhús, verður bygningurin eisini partur av nýggjari farleið millum býin og skansan

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-09-09 15:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var við stórum spenningi, at tað í dag varð avdúkað, hvat arkitektavirki hevði vunnið kappingina um at tekna nýtt tjóðleikhús við Bursatanga í Havn.

Fýra uppskot komu inn. Tey eru at síggja í Müllers Pakkhúsi, og almenningurin hevur høvi at síggja tey fram til mikudagin.

Tað verða MAP Arkitektar, sum fáa heiðurin at tekna og sniðgeva nýggja húsið, sum kemur at liggja beint framman fyri Havnar skansa yvir móti Tinganesi.

Dómsnevndin var samd um vinnarauppskotið, upplýsti formaðurin í dómsnevndini, Ólavur Jøkladal, tá hann kunngjørdi vinnaran fyri løtu síðani.

Millum annað var tað hugskotið um at endurskapa farleiðina úr býnum og yvir á Havnar skansa, sum hugtók dómsnevndina. Umframt at lúka tey leiklistaligu krøv, sum eru sett, hava arkitektarnir eisini atbeitt við, at gera eina farleið gjøgnum tjóðleikhúsið og um eina brúgv yvir á skansan. Harvið verður farleið við brúgv yvir á skansan nú endurskapt.

Virðislønin fyri vinnarauppskotið er 800.000 krónur. Dómsnevndin valdi at býta eina triðjuvirðisløn til hini trý arkitektasamtøkini, sum sostatt fáa 400.000 krónur í part. Tey eru Kontrast, SNA og Zeta/Brim.

Sí myndir frá hátíðarløtuni í Müllers Pakkhúsi seinnapartin:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder