Fyrsti nýggi ráðharrin, sum amerikanska senatið góðkendi í gjárkvøldið, okkara tíð, var Marco Rubio, sum verður nýggjur uttanríkisráðharri. Hann varð góðkendur í senatinum við atkvøðunum 99-0, skrivar Reuters.
53 ára gamli Rubio er sonur til kubansk flóttafólk, og hevur markera seg sum sera kritiskur mótvegis Kina og ein íðin stríðsmaður fyri Ísrael. Hann hevur eisini trýst á fyri at fáa í lag herd tiltøk móti kommunistiska stýrinum í Kuba og stýrinum hjá Nicolás Maduro, forseta í Venesuela.
Marco Rubio hevur eisini sagt, at USA eigur at hava sum mál at støðga krígnum í Ukraina. Undir senatshoyringini av honum legði Rubio dent á, at hetta krevur at bæði Moskva og Kyiv geva seg í sínum krøvum, og hann gav eisini til kennar, at Ukraina helst verður noytt til at sleppa vónunum um at fáa alt landaøkið aftur, sum Russland hevur hertikið hesi seinastu árini.
Marco Rubio hevur verið senatorur fyri Florida síðan januar 2011. Hann er fyrsti persónur av latínskum uppruna, ið situr á sessinum sum amerikanskur uttanríkisráðharri, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald