
Føroyar hava í nógv ár verið knýttar til TeenStreet, ið er stóra árliga ungdómslegan hjá tvørkjuliga felagskapinum Operation Mobilisation (OM) í Týsklandi, har túsundtals tannáringar savnast. Lutfalsliga nógv av luttakarunum eru vanliga føroingar - áleið 400 seinastu nógvu árini.
Leiðslutoymið fyri TeenStreet Evropa er ní mannað av nýggjum, og ein føroyingur er við í toyminum. Talan er um Margarethu Dalheim Djurhuus úr Syðrugøtu, hevur verið við í Føroysku TeenStreet leiðsluni seinastu fimm árini, men nú hon gerst partur av leiðslutoyminum í Evropa, takkar hon fyri seg í føroyska toyminum.
Hetta skrivar OM Føroyar á heimasíðu sínari
– Tíðin í føroysku TeenStreet leiðsluni hevur verið sera góð, lærurík og mennandi. Tað er við sorgblídni, men takksemi, at eg takki fyri meg í føroysku leiðsluni, og samstundis gleðist eg um framhaldandi samstarv við føroysku leiðsluna umvegis nýggju uppgávuna í TeenStreet Evropa, sigur Margaret D. Djurhuus.
Í leiðslutoyminum í TeenStreet Evropa eru trý onnur fólk. Ralf Wieland (Týskland) er Event Manager, Aaron Lewis (Ongland) er Content Manager og Matthias Voegelin (Sveis) er høvuðsleiðari. Høvuðsuppgávan hjá leiðslutoyminum er at samskipa, menna og dagføra TeenStreet.
Margareth er sett sum People Manager. Tað merkir, at hon millum annað skal hava høvuðsábyrgd av landsleiðslunum, bønar- og sálartoymunum, barna- og familjuøkinum umframt Infodesk, ServiceTeam menning og øðrum.
Randi og Símun J. Hansen og Andrias Magnussen halda fram í føroyska leiðslutoyminum, ið umframt at samskipa føroysku luttøkuna til TeenStreet um mánaðarskifti julu/august hvørt summar, skipar fyri Mini-TeenStreet vikuskiftinum, sum hevur verið í Bylgjuni í Runavík seinastu trý árini. TeenStreet varð ikki hildið sum vanligt í 2020 orsakað av koronu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald