Margretha drotning hevur nú fingið staðfest koronu fyri aðru ferð, upplýsir kongshúsið sambært donskum miðlum.
Upplýst verður, at hon varð staðfest positiv í gjárkvøldið og er hon nú stødd á Fredensborg slottinum.
Upplýst verður ikki, hvussu støðan hjá drotningini er, men boðað hevur áður verið frá, at hon er koppsett fyri koronu. Fyrstu ferð hon fekk staðfest koronu var í februar.
Nú drotningin er staðfest smittað við koronu, verða allar ætlanir hennara fyri vikuna, avlýstar.
Mánadagin fylgdi Margretha drotning bretsku drotningini, Elizabeth II til gravar. Har savnaðust heimsleiðarar og kongalig úr øllum heiminum, umframt familjan hjá bretsku drotningini í London.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald