Innanlands

Marghøllin í Vági fingið stóran skaða

Dúkurin er skrædnaður úr enda í annan

(Mynd: Niels Jacob Eysturberg / Suðurrás)

(Mynd: Niels Jacob Eysturberg / Suðurrás)

2023-02-08 08:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Marghøllin í Vági hevur fingið stóran skaða í illveðrinum seinasta hálva samdøgrið ella so.

Jens Petur Brattalíð, hallarumitari í Vágs kommunu, segði við útvarpið fyri løtu síðani at dúkurin er skrædnaður úr enda í annan. Einar tríggjar metrar breitt.

Hann veit ikki nær í nátt tað er hent, men hann var á staðnum nakað aftaná klokkan 6, og tá var skaðin hendur.

Í eysturendanum eru nakrir metrar av dúki eisini skrædnaðir.

Marghøllin er gjørd við einum dúki, og veðrið er framvegis so ringt, at tað ikki er hugsingur um at bøta um nakað enn.

Fólk frá bjargingarliðnum koma um eina løtu, og so verður støða tikin hvat skal gerast, sigur Jens Petur Brattalíð við útvarpið.

Fleiri myndir síggjast á Suðurrás her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder