2021-12-01 18:51

Í morgun var lítil samkoma á skrivstovuni í Nes kommunu, har Margit Andersen varð heiðrað í sambandi við 40 ára starvsdag hennara fyrr í ár.
Hon byrjaði í starvi hjá Nes kommunu 1. september 1981, og seinastu 40 árini hevur hon starvast sum vaskifólk í Tofta skúla, skrivar Nes kommuna á heimasíðuna.
Hon hevur við nærlagni og trúfesti í øll hesi ár røkt starv sítt á fyrimyndarligan hátt, segði Súni í Hjøllum, borgastjóri í Nes kommunu. Hann takkaði henni vegna bygdaráðið í kommununi, og handaði hann henni ein málning og blómur. Málningin hevur Jón Magnus Joensen málað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald