Uttanlands

Margreta drotning aftur innløgd

Hesa ferð er orsøkin ein blóðhóping

Margreta drotning á vitjan í Føroyum í 2021 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Margreta drotning á vitjan í Føroyum í 2021 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-26 11:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fáar dagar eftir, at Margreta drotning varð útskrivað av Ríkissjúkrahúsinum, har hon hevði verið innløgd í seks dagar, boðar kongshúsið aftur frá, at hon er innløgd.

Tað var í gjár, at kongshúsið boðarði frá, at 86 ára gamla drotningin varð blivin innløgd, tí ein CT-skanning hevði víst eina størri blóðhóping nær við mjødnina, eftir at hon er dottin.

Væntandi verður drotningin nú innløgd í nakrar dagar, upplýsir kongshúsið sambært Ritzau.

Lagt verður afturat, at drotningin hevur tað gott eftir umstøðunum.

Seinastu árini hevur Margreta drotning verið innløgd fleiri ferðir. Tá hon varð innløgd fyrr í hesum mánaðinum var orsøkin hjartakrampi, og fekk drotningin eina ballónviðgerð.

Les eisini: Margreta drotning fingið ballónviðgerð í hjartanum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder