2022-02-09 10:28
Korona kann raka øll. Eisini tey kongaligu.
Sum so nógv onnur, so er Margreta drotning vorðin testað positiv við koronu. Hetta boðar Kongshúsið frá í tíðindaskrivi fyrrapartin.
Upplýst verður at drotningin bara hevur veik sjúkueyðkenni, og heldur til á Amalienborg.
Eftir ætlan skuldi Margreta drotning á vetrarferiu í Noreg í dag, men hetta er sjálvsagt avlýst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald