83 ára gamla Margreta drotning er framvegis tann best umtókta í danska kongshúsinum. Tað vísir Megafon-kanning, sum danska TV2 hevur latið gjørt.
Tá fólk vera spurd hvør besta umboðið fyri danska kongshúsið er, svara 38 prosent Margreta drotning.
Í hølunum kemur Fríðrikur krúnprinsur við 29 prosentum, og síðan Mary krúnprinsesssa.
(Skíggjamynd: TV2)
Serliga Fríðrikur krúnprinsur kann fegnast um undirtøkuna í danska fólkinum. Kanningin kemur eftir trupla tíð hjá krúnprinsinum. Spanska blaðið Lecturas kunngjørdi í november eina røð av myndum av krúnprinsinum fylgjast saman við meksikonsku Genoveva Casanova í Madrid. Sambært blaðnum skal hann eisini hava ligið nátt heima hjá henni. Vitjanin var meðan Mary krúnprinsessa var til arbeiðis í New York.
Kongshúsið hevur ikki vilja viðmerkt søguna annað enn at tey ikki viðmerkja leysasøgur og uppáhald.
Fríðrikur prinsur skipaði fyri "Royal Run" í Klaksvík í 2019 (Mynd: Jens Kr. Vang)
Kanningin vísir eisini at helvtin av dønum - 44 prosent - ynskja, at drotningin skal sita á trúnuni til hon fer higani. Hetta talið var í 2025 35 prosent.
Talið á teimum sum halda, at Margreta drotning skal lata krúnuna frá sær ella innan eitt ávíst tíðarskeið er fallið frá 65 prosentum til 47 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald