2024-09-20 12:53
Margreta drotning er eftir hálvtannað samdaøgur framvegis innløgd á Ríkissjúkrahúsinum.
Hvussu leingi drotningin verður innløgd, verður einki sagt um. Tað var eftir at hon datta heima á Fredensborg slotti mikukvøldið, at 84 ára gamla drotningin varð innløgd.
Hon hevur tað eftir umstøðunum gott, men er fyribils innløgd til observasjón, segði Lene Balleby, kongaligur kunningastjóri, í fráboðan í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald