Uttanlands

Margreta drotning innløgd eftir eitt dánilsi

Drotningin hevur tað gott eftir umstøðunum og er við gott mót, veður sagt.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-09-06 17:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Margreta drotning er í dag innløgd á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn eftir eitt dánilsi.

Hetta upplýsir kongshúsið í tíðindaskrivi.

Tað er staðfest nýtt blóðkýli við mjødnina umframt veik dehydrering, og hon verður viðgjørd fyri hetta, stendur í skrivinum.

85 ára gamla Margreta drotning hevur tað gott eftir umstøðunum, og er við gott mót.

Hon verður væntandi innløgd hesa næstu vikuna til viðgerð og eygleiðingar.

Hetta merkir harvið, at hon ikki verður við til jarðarferðina hjá norska Harald kongi, sum verður í Oslo mikudagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder