Uttanlands

Margreta drotning letur trónuna frá sær

Í nýggjárstaluni boðaði Margreta drotning frá, at hon letur trónuna frá sær 14. januar 2024, og at Fríðrikur krúnprinsur verður kongur

2023-12-31 17:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hon helt í kvøld 52. nýggjárstaluna, og tað verður eisini tann seinasta.

Margreta drotning boðaði í nýggjárstaluni í kvøld frá, at hon letur trónuna frá sær.

Hon boðaði frá, at hon tann 14. januar 2024 leggur frá sær, og at Fríðrikur krúnprinsur tá verður kongur.

Margreta drotning er fødd 16. apríl 1940, og er 83 ára gomul. Hennara Hátign tók við í 1972, eftir at pápin, Fríðrik 9., andaðist.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder