Uttanlands

Margreta drotning tikið met hjá Christian IV

Eingin danskur kongur ella drotning hevur sitið longri á trónuni enn hon

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-07-16 13:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Margreta drotning er nú tann, sum hevur sitið longst á trónuni í Danmark.

Tað skrivar kongshúsið sambært donskum miðlum.

Drotningin yvirtók trónuna eftir pápanum, Fríðrikur IX, 14. januar 1972, og miðskeiðis í hesum mánaðinum tók hon metið hjá Christian IV, sum sat við valdið í í 51 ár og seks mánaðir.

Christian IV var bert 11 ár, tá pápi hansara doyði í 1588, og yvirtók hann ikki landsins leiðslu, fyrr enn í august 1596, tá hann varð blivin myndigur. Hann sat á trónuni, inntil hann doyði í 1648.

Av núlivandi kongum og drotningum er Margreta drotning eisini tann í heiminum, sum hevur sitið longst á trónuni. Tað metið tók hon, tá bretska drotningin, Elizabeth II andaðist í september 2022. Bretska drotningin hevði tá sitið á trónuni í yvir 70 ár.

Margreta drotning hevur fleiri ferðir gjørt greitt, at hon ætlar sær at vera sitandi á trónuni, so leingi hon livir, og bert álvarslig sjúka hevði kunnað fingið hana at leggja frá sær.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder