2024-09-20 14:33

Margreta drotning er útskrivað av Ríkissjúkrahúsinum, og er nú heima aftur á Fredensborg slotti.
Kongshúsið boðar frá, at Margreta bleiv innløgd mikudagin eftir at hon datt við hús á Fredensborg sotti, og brákaði ein geisla í hálsinum umframt brot í vinstru hond.
Vinstra hond er løgd í gips, og drotningin skal næstu mánaðirnar ganga við hálskraga.
Margreta drotning er við gott mót og hevur tað eftir umstøðunum gott, men verður sjúkrameldað í longri tíð, sigur kongshúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald