Hendan desember mánaðan ber til at fáa innlit í, hvussu danska kongshúsið heldur jól. Margretha drotning hevur nevniliga sín egna jólakalendara á Instagram-vanganum hjá kongshúsinum.
Byrjað var longu í gjár, fríggjadagin, við einum sjónbandi, ið vísir drotningina, meðan hon fer upp á loftið á Fredensborg slottinum við einari skál av rísingreyti, sum hon sjálv hevur kókað.
Mynd: Instagram
Næstu 24 dagarnar verða fýra nissur sleptar leysar á slottinum, og hvønn dag fara tær at finna fram gamlar lutir, sum onkur í kongafamiljuni hevur átt, og hetta verður alt víst á Instagram. Millum annað verða gamlar persónligar ognir hjá fyrrverandi kongum vístir fram, skrivar B.T.
Í dag, 1. desember, sæst ein mynd av einum brúnum rugguhesti, sum hevur staðið á barnakamarinum hjá Frederik krúnprinsi og Joachim prinsi í 70inum.
Hetta er triðja árið, at drotningin ger ein jólakalendara á Instagram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald