placeholder
Uttanlands

Margretha drotning: Hetta er ikki nøkur krambúð

Drotningin vitjar í Grønlandi í hesum døgum, og á tíðindafundi sunnudagin greiddi hon m.a. frá, hvat hon helt um ætlanina hjá Donald Trump um at keypa Grønland í 2019

Margretha drotning helt tíðindafund í Nuuk (Mynd: EPA)

Margretha drotning helt tíðindafund í Nuuk (Mynd: EPA)

2021-10-11 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í hesum døgum vitjar Margretha drotning í Grønlandi. Síðan fríggjadagin hevur hon vitjað býirnar Ilulissat og høvuðsstaðin Nuuk, og í dag gongur leiðin framvið Thule Air Base í Útnyrðingsgrønlandi.

Drotningin skuldi upprunaliga vitja í Grønlandi síðst í juli mánað, stutt eftir, at hon hevði verið í Føroyum, men ferðin varð útsett orsakað av koronustøðuni í Grønlandi.

Í sambandi við vitjanina var tíðindafundur í gjár, har drotningin m.a. kom inn á stríðið millum táverandi amerikanska forsetan Donald Trump og Mette Frederiksen forsætisráðharra, eftir at Trump boðaði frá ynskinum um at keypa Grønland.

Tað var í august fyri tveimum árum síðani, at Trump segði seg vilja keypa Grønland, og til hetta svaraði danski forsætisráðharrin, at hon helt tað vera absurd, og at Grønland ikki var til sølu.

Nakað tað sama hugsaði drotningin.

– Eg hugsaði: Hetta er ikki nøkur krambúð, sigur hon við B.T.

Eftir at Mette Frederiksen hevði gjørt greitt, at Grønland ikki var til sølu, og at hon helt hugskotið vera absurd, segði Trump, at viðmerking hennara var "nasty" (vemmilig, red.), og síðani avlýsti hann ætlaðu vitjan sína í Danmark, sum skuldi vera fyrst í september sama árið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder