2024-09-19 10:31
Margreta drotning er innløgd á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, eftir at hon í gjárkvøldið datt heima á Fredensborg slotti. Tað upplýsir kongshúsið fyri Ritzau tíðindastovuni.
- Drotningin hevur tað eftir umstøðunum gott, men fyribils verður hon innløgd til observasjón, stendur í boðunum frá kongaliga kunningarstjóranum, Lene Balleby.
Kongshúsið hevur ikki fleiri viðmerkingar til støðuna hjá 84 ára gomlu drotningini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald