Uttanlands

Margretha harmast um hvussu kedd børnini eru

- Hetta var ein tillaging, ið er neyðug fyri at framtíðartryggja kongsveldið. Eg havi undirmett hvussu nógv yngsti sonur mín og familja hansara kennir seg rakta, sigur drotningin í fráboðan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-10-03 17:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Margretha drotning hevur í dag sent út eina fráboðan viðvíkjandi støðuni – familjukreppuni – sum uppstóð eftir avgerð hennara um at taka kongaligu heitini frá børnunum hjá Joachim prinsi.

Fráboðanin er soljóðandi:

“Mín avgerð hevur verið ætlað leingi. Við mínum 50 árum á trónuni er tað náttúrligt at líta bæði frameftir og aftureftir. Tað er mín plikt og mítt ynski sum Drotning at tryggja, at kongsveldið støðugt mennir seg í tráð við tíðina. Hetta krevur viðhvørt, at truplar avgerðir skulu takast, og tað er altíð trupult at finna røttu løtuna at gera hetta.

At bera ein kongaligan tittul inniber eina røð av pliktum og uppgávum, sum í framtíðini skulu hvíla á færri limum av kongaligu familjuni. Hesa tillaging, sum eg meti vera neyðuga fyri at framtíðartryggja kongeveldið, ynski eg, verður gjørd í míni tíð.

Eg havi tikið avgerð mína sum drotning, mamma og omma, men eg havi sum mamma og omma undirmett, hvussu nógv yngsti sonur mín og familja hansara kennir seg rakta. Hetta ávirkar meg nógv, og tað harmar meg.

Ongin skal tó vera í iva um, at míni børn, sonarkonur og barnabørn eru mín stóra gleði og stoltleiki. Eg vóni nú, at vit sum familja fáa frið til sjálv at finna veg út úr hesi støðuni.”

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder