Fríggjadagin 16. februar klokkan 15 heldur Maria Skaalum Petersen almennan professarafyrilestur í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya á Vestaru Bryggju í Havn.
Hetta skrivar heimasíðan hjá Fróðskparsetrinum í dag.
1. september 2023 varð Maria Skaalum Petersen tilnevnd adjungeraður professari í heilsuvísindum á Deildini fyri heilsu-og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya. Hon er eisini granskari og leiðari í Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum, skrivar setur.fo
- Sum siður er, heldur hon í tí sambandi almennan professarafyrilestur í Kongshøll. Fyrilesturin hevur heitið Epidemiologisk gransking við vídd – úrslit frá egnari gransking.
Eftir fyrilesturin, sum øll eru vælkomin til, bjóðar Setrið ábit.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald