Innanlands

Maria í Akrabyrgi er russiskur heiðurskonsul

Stjórin á Faroe Agency fegnast um, at hon kann halda á við at umboða og hjálpa russiskum sjófólki og herbúgvandi russum. Síðan fyrsti russiski konsulin, Árni Dam, fyrrverandi stjóri á Faroe Agency andaðist í í februar í ár, hevur Føroyar ikki havt ein russiskan konsul. 

2021-12-17 22:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyar hava fingið nýggjan russiskan heiðurskonsul. Tað er Maria í Akrabyrgi, stjóri í Faroe Agency, sum hevur tikið við konslaheitinum.

Síðan fyrsti russiski konsulin, Árni Dam, fyrrverandi stjóri á Faroe Agency andaðist í í februar í ár, hevur Føroyar ikki havt ein russiskan konsul. 

Føroyar hevur sera nógv samstarv við Russland, ikki minst øll tey russisku skipini, ið vitja. Tí fegnast Maria í Akrabyrgi um, at hon nú kann halda á við tí arbeiði, ið Faroe Agency hevur røkt í nógv ár, við at umboða og hjálpa russiskum sjófólki og herbúgvandi russum. 

Maria í Akrabyrgi hevur arbeitt við russiskum sjófólki seinastu 30 árini, fyrstu árini á Skipafelagnum, og síðani á Faroe Agency.

Maria er sera errin av valinum, ið hon varð kunnað um, av russiska sendimanninum í Danmark Vladimir Barbin

Faroe Agency
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder