Innanlands

Maria Poulsen & Co P/F søguliga gott úrslit fyri 2020

Ársúrslitið gjørdist eitt avlop eftir skatt uppá 8,2 milliónir krónur sammet við 3,8 milliónir krónur í 2019

(Mynd: Google Maps)

(Mynd: Google Maps)

2022-02-09 11:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein av elstu fyritøkunum í Føroyum er Maria Poulsen, sum var sett á stovn av Johan Poulsen, blikksmiði heilt afturi í 1848, ella fyri skjótt 174 árum síðani. Fyrstu árini bar fyritøkan navnið Ludvig Poulsens eftir eigaranum tá við sama navnið. Virksemið helt til í Tórsgøtu 10, har Maria Poulsen Búnýti framvegis heldur til. 

Í 1944 tók Grímur á Dul við sum eigari og stjóri. Samstundis broyttist navnið til Maria Poulsen, sum var navnið á konu Ludvig Poulsen. Í 1982 flutti HVS og Blikksmiðjan í størri høli á Hálsi í Havn. Stjóri í fyritøkuni Maria Poulsen í dag er Kristian á Dul. Umleið 40 starvsfólk starvast í fyritøkuni í dag. 


Í roknskapinum fyri 2020 sæst, at bruttovinningurin er 34,0 mió.kr., í mun til 25,5 mió.kr. í 2019. Vøksturin í bruttovinninginum í 2020 er heili 33 prosent, sum ber brá um økta sølu og virksemið í 2020. 

Starvsfólkakostnaðirnir í 2020 eru øktir við 1,8 mió.kr. til 21,1 mió.kr.  

Úrslitið áðrenn avskrivingar øktist úr 6,3 mió.kr. í 2019 til 12,9 mió.kr. í 2020. Vøksturin er heili 106 prosent. 

Ársúrslitið gjørdist í 2020, tá felagið hevði goldið 2,7 mió.kr. í skatti, gjørdist eitt avlop eftir skatt á 8,2 mió.kr. sammett við 3,8 mió.kr. í 2019.  

Fíggjarjavnin hjá Mariu Poulsen & Co P/F er øktur úr 42,6 mió.kr. í 2019 til 53,1 mió.kr. í 2020.  

Støðisognirnar eru øktar við 2,4 mió.kr. og ogn í umferð við 8,1 mió.kr.  Serliga sæst at áognin er økt við 5,7 mió.kr. Eisini er tøkur peningur øktur við 1,8 mió.kr. í 2020.  

Maria Poulsen & Co P/F er væl fyri fíggjarliga. Eginognin í 2020 var 21,6 mió.kr. Trygdarevnið er tískil 41 prosent. Tað var 43 prosent í 2019. Tað verður roknað at vera gott.   

Felagið hevur niðurgoldið langfreistaða skuld við 2,1 mió.kr. til 8,4 mió.kr. í 2020. Stuttfreistaða skuldin hinvegin er økt við 7,9 mió.kr. til 31,5 mió.kr. Størsti parturin er avsett til vinningsbýti til partaeigararnar á 5 mió.kr

Lyklatølini hjá Mariu Poulsen & Co P/F eru góð fyri 2020. Ognaravkastið, sum er úrslit áðrenn fíggjarpostar í mun til samlaðar ognir, var 21 prosent í 2020 í mun til 12 prosent í 2019. Eginpeningsavkastið í 2020 var 50 prosent í mun til 25 prosent í 2019. Gjaldførið var somuleiðis gott. Gjaldførislutfallið í 2020 var 184 prosent. 

Høvuðspartaeigari í Maria Poulsen & Co er KáD Sp/f, sum Kristian á Dul eigur.  

Stjóri í Maria Poulsen & Co er Kristian á Dul. Nevndarformaður er Jógvan á Dul.  

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder