Maria Tórgarð varð í dag heiðra› tvær ferðir á Nordisk Panorama í Malmö, einum av fremstu filmsfestivalunum og vinnuligu møtistøðunum fyri filmsvinnu í Norðurlondum.
Stuttfilmurin Mammuskepilsið fekk serliga heiðursnevning – Honourable Mention – frá altjóða dómsnevndini í kappingini um Best Nordic Short Film. Millum 19 útvaldar norðurlendskar stuttfilmar varð persónliga og listarliga frásøgnin hjá Mariu tikin fram sum eitt serstakt filmsverk.
Fyrr í dag vann komandi heimildarfilmsverkætlanin Knots hjá Mariu Torgarð DAE Talent Encouragement Award 2026 frá Documentary Association of Europe.
Í grundgevingini varð Maria lýst sum ein djørv og nýggj rødd í altjóða heimildarfilmi.
Dómsnevndin legði dent á, at hon vi› Knots skjalprógvar eina søguliga løtu í Føroyum, brýtur tøgnina, sum hevur vart í ættarlið, og hevur eina heilt serliga tilgongd til evnið - bæði sum filmslistafólk og sló›brótari.
Við tveimum sterkum og djúpt persónligum verkum hevur Maria Tórgarð í dag sett bæði seg sjálva og føroyskan film á norðurlendska filmskortið.
Tveir filmar. Tvær altjóða viðurkenningar. Ein stórur sigur fyri føroyska filmslist.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald