Innanlands

Maria verður prestvígd sunnudagin

Prestvígslan verður í Dómkirkjuni, um kvøldið verður hon innsett í Vestmanna

Maria Summers við Skipá (Mynd: Birgir Waag Høgnesen / R7)

Maria Summers við Skipá (Mynd: Birgir Waag Høgnesen / R7)

2019-08-23 15:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sunnudagin verður prestvígsla í Dómkirkjuni í Havn, tá nýggi presturin í Vestmanna, 28 ára gamla Maria Summers við Skipá verður prestvígd av Føroya biskupi.

Um kvøldið verður so gudstænasta í Vestmanna kirkju, har Uni Næs, dómpróstur og fyrrverandi sóknarprestur í bygdini, skipar unga guðfrøðingin í embætið sum sóknarprestur í Norðurstreymoyar vestara prestagjaldi.

Afturat Vestmanna kirkju, virkar vestmannaprestur eisini sum avloysari í Kvívík og Kollafirði. Maria Summers við Skipá avloysir Marjun í Kálvalíð sum fyrr í ár varð sett í eitt nýtt embæti í Vága prestagjaldi.

Heimasíðan hjá fólkakirkjuni hevur havt samrøðu við nýggja prestin í Vestmanna. Lesið her:

- Tað var ein fyrimunur at duga tær kendu søgurnar úr Bíbliuni 

-Eg vil geva eitt frískt íkast til kirkjurnar her 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder