Innanlands

Maria Winther Dalsgaard nýggj forkvinna í Læknafelag Føroya

Læknafelag Føroya hevði aðalfund 7. november.

Nýggja forkvinnan, Maria Winther Dalsgaard og fyrrverandi formaðurin, Ragnar Djurhuus Hammer (Mynd: Læknafelag Føroya

Nýggja forkvinnan, Maria Winther Dalsgaard og fyrrverandi formaðurin, Ragnar Djurhuus Hammer (Mynd: Læknafelag Føroya

2026-11-11 16:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Læknafelag Føroya hevur fingið nýggja nevnd eftir aðalfundin hjá felagnum 7. november.

Á skránni á fundinum var val av forfólki, tí Ragnar Djurhuus Hammer, fór frá sum formaður.

Maria Winther Dalsgaard úr Yngri Læknar Føroyar stillaði upp til forkvinnu og varð vald. Á aðalfundinum var eisini hátíðarhildið, at Læknafelag Føroya fyllir 120 ár í ár.

Læknafelag Føroya er móðurfelagið fyri tær tríggjar súlurnar hjá læknum í Føroyum, sum eru Yngri Læknar Føroyar, Kommunulæknafelag Føroya og Serlæknafelag Føroya. Hesi trý feløgini skiftast um at skjóta upp forkvinnu ella formann.

Í nevndini fyri Læknafelag Føroya sita tvey av forfólkunum frá hvørjari súlu umframt forkvinnan.

Nýggja nevndin í Læknafelag Føroya er mannað soleiðis:

  • Maria Winther Dalsgaard, forkvinna (frá Yngri Læknar Føroyar)
  • Rói á Kósini, næstformaður (frá Kommunulæknafelag Føroya)
  • Katrin Dahl Hanusson, kassameistari (frá Yngri Læknar Føroyar)
  • Valborg Heinesen, nevndarlimur (frá Serlæknafelag Føroya)
  • Marita Reginsdóttir av Steinum, nevndarlimur (frá Serlæknafelag Føroya)
  • Eyðbjørg Klemmentsen Gaard, nevndarlimur (frá Yngri Læknar Føroyar)
  • Turið Holm Johannesen, nevndarlimur (frá Kommunulæknafelag Føroya)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder