Fyrst í juni verður møguleiki at hoyra ein av teimum heilt stóru amerikansku sangarinnunum, tá Mariah Carey hevur konsert í Aalborghallen í Aalborg.
Pláss er fyri 2.400 fólkum í stóra salinum í Aalborg Kultur- og Konrescenter, og tað er rættiliga avmarkað, tí tað annars verður pláss fyri frá 5.000 til 17.000 á teimum støðum hon annars vitjar á Evropatúrinum í summar.
Danmark verður eisnasta Norðurland, sum Mariah Carey vitjar hesaferð. Nakað fyri jól hevði Carey annars eina stóra konsert í Royal Arena á Amager, har pláss er fyri 16.000 fólkum.
Mariah Carey gav í november út nýggja fløgu, Caution, sum fekk góð ummælir. Mariah Carey er best seljandi kvinnuliga listafólkið nakrantíð, skrivar gaffa.dk. Hon hevur selg yvir 200 milliónir fløgur og hevur havt 18 stakløg ovast á amerikanska Billboard Hot 100 hitlistanum. Hon hevur fingið fimm Grammy virðislønir og ein hóp av øðrum virðislønum.
Atgongumerkjasøluna til intimkonsertina í Aalborg byrjar fríggjadagin.
Konsertferðin hjá Carey í Evropa byrjar við konsert í Dublin 22. mai. Síðan hevur hon tríggjar konsertir í London og vitjar annars býirnar Paris, Hamburg, Aalborg, Firenze, Barcelona, Bordeaux og Amsterdam.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald