Í kvøld klokkan 21 flytir Marianna Nagata inn í Perluna. Og tað merkir, at so er tíðin komin til multikulturellan soul tónleik og góðar vibratiónir.
Marianna Winther Nagata er fødd í Los Angeles og uppvaksin í tí føroyska tónleikaumhvørvinum, har hon hevur ment sín heilt egna stíl, sum er ein blanding av popp, jazz, soul og blues.
Marianna hevur fingið íblástur frá stórum kanónum sum Ella Fitzgerald og Norah Jones. Har hon á ein yndisligan hátt blandar tað gamla við tí nýggja.
Í 2016 vann Marianna tónleikakappingina “Sement” við bólkinum “Bluesette”. Og fyrst í 2020 vann hon eisini sangskrivarakappingina, Stella Polaris. Hesaferð undir egnum navni.
Konsertin við Mariannu Nagate verður at síggja í KvF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald