Marianne Karlsmose hevur í dag boðað frá, at hon leggur frá sær sum landsforkvinna fyri Kristendemokraterne.
– Eg havi leingi vitað, at hetta valið fór at vera mítt síðsta sum fólkatingsvalevni fyri KD, og at eg fór at leggja frá mær sum forkvinna, um eg ikki varð vald inn, skrivar hon m.a. í fráboðan.
Á fólkatingsvalinum týsdagin í farnu viku fekk Kristendemokraterne 0,52 prosent av atkvøðunum – langt frá teimum tvey prosentunum, sum krevst fyri at fáa umboðan á fólkatingi, og Marianne Karlsmose mælir nú flokkinum frá at savna inn undirskriftir, so hann kann stilla uppaftur á næsta fólkatingsvali.
Hon sigur, sambært DR, at tað ikki longur er realistiskt, at flokkurin sleppur inn á Fólkating.
Hon sigur tó, at hon heldur tað er tørvur á einum borgarligum miðflokki við teimum virðum, sum Kristendemokraterne stendur fyri.
– Men tað hjálpir jú ikki, at eg síggi tað, um tað eru fá afturat mær, sum hava somu áskoðan, sigur hon.
Marianne Karlsmose fer at heita á floksleiðsluna um at innkalla til eykaaðalfund, so nýtt forfólk kann veljast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald